Tøgn

Tøgn
Vit kenna teir úr ymsum samanhangum – Beinir hevur luft undir veingjunum og ger um seg á
danska tónleikapallinum. Bárður Petersen hevur seinastu árini arbeitt aftan fyri kulissurnar
í fleiri væleydnaðum verkætlanum; millum annað við Jónasi Gaard, sum er triði limurin í
nýggja bólkinum, Tøgn. Jónas Gaard hevur útgivið fleiri føroysk løg, sum hava verið sera væl
móttikin.
Fyrst og fremst eru teir góðir vinmenn og búgva allir í Keypmannahavn. Longsulin heim til
Føroyar hevur ført teir saman og givið teimum íblástur til at skriva á móðirmálinum.