Onki úrslit at finna.
Search by

Starlight

Starlight

Starlight byrjaði í seinnu helvt av sjeytiárunum, og spældi nógv til dans kring landið í sjeyti- og áttatiárunum. Eftir  langan steðg hevur bólkurin luttikið á tveimum Ljósfestum í Vági ávikavist í 2023 og 2024. Bólkurin hevur havt ein dreym um at geva tónleik út síðani byrjan, og loksins eftir 40-45 ár er hetta blivið til veruleika.

Limirnir í bólkinum, sum eru úr Vági og Sumba, eru:

  • Fimmboði Lisberg, sang og kassaguitar
  • Jákup Hansen, sang
  • Sámal Samuelsen, trummur
  • Kári Lisberg, bass
  • Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar