Rani Nolsøe

Rani Nolsøe
Rani Nolsøe er ein føroyskur tónleikari, sum við orkestrinum Frændum og sum solo artistur hevur givið sjey útgávur út síðani 1984.
Hóast Beatles, sum hjá so mongum øðrum, er týdningarmesta musikalska grundarlagið, hevur hann røturnar í tí typiska 70’ara rokkinum og norðurlendska progressiva fólka rokk tónleikinum.
Tónleikurin hjá Rana er at finna á Spotify undir ‘Rani Nolsøe’ og ‘Frændur’, og á Youtube undir Rani Nolsøe.