Tonglabeiggi – Pauli í Sandagerði & Carmina Maritima

kr. 95

Katalognummar: FKT012
Upptikið: 1998
Útgivið: 1998
Løg: 16

Lýsing

Tonglabeiggi

Pauli í Sandagerði er upprunaliga læraralærdur, meðan tónleikarlærdómurin mest er fingin á skeiðum hjá ymiskum lærarum innan ymisk tónleikarøki.

Klaverið var lykilin til tónaheimin í barnaárunum, men við tíðini vaks áhugin fyri kórsangi, og Pauli hevur í mong ár stjórnað kórum – úti eins og heima. Vert er at nevna ungdómskórið CANTABILE, ið Pauli stovnaði í fyrru helvt av áttatiárunum. Cantabile gjørdist skjótt eitt sera virkið og umbiðið kór. Umframt eitt ótal av heimligum konsertum hevur Cantabile ferðast víða – úr Norðurnoregi til Grikkalands og hevur fingið sera góða móttøku.

Pauli kom í 1973 við fyrstu føroysku instrumentalverkunum í nýggjari tíð.

Fyrsta størra verkið – Sonata fyri floytu og klaver (1976) – fekk William Heinesen til m.a. at skriva soleiðis “…. Tað var eyðsæð, at her var skapandi hugflog og skaldslig dýpd……Tað er at gleðast um, at sovorðin tónleikur kann verða skapaður her á landi, her vit eiga frálíkan heimligan sang og kórmusikk, men higartil ikki hava havt føroyskan instrumentalan tónleik.”

Tónleikurin á hesi fløguni er í stóran mun grundaður á føroyska sangtraditión. Kanska skulu vit leita aftur um fleirræddaða sangin aftur til upprunatónan, ið eyðkendi tað andliga og verðsliga lívið hjá føroyinginum.

Eyðkent fyri tónleikin á hesi fløgu er tætta tilknýtið til einstøku yrkingina. Her eru tað orðini, ið mynda tónleikin, og stórur dentur er lagdur á, at tað føroyska málið gerst partur av tónleikinum. Heldur enn kórsangir kundu vit sagt: ljóðmálningar av yrkingum.

Carmina Maritima varð stovnað fyri árið undan hesari útgávu við tí fyri eyga at syngja inn eitt úrval av sangum, sum Pauli í Sandagerði hevur sett lag til. Sangararnir hava royndir úr ymiskum føroyskum kórum, men um helmingurin er úr ungdómskórinum hjá Paula í Sandagerði, CANTABILE. Kórið er sett soleiðis saman, at sermerkt ljóðdæmi kundi fáast burturúr. Ungar røddir saman við búnum røddum. Dentur hevur verið lagdur á at dýrka ljóðið í føroyska málinum.

Sanglisti:
1. Á Grækarismessu
2. Kvøld
3. Heystkvøld í Havn
4. Goymi eg minni
5. Mjørkanáttin
6. Dreymur
7. Heystnátt
8. Hitt lætta dreymatám
9. Gekk eg mær á Sandi
10. Ást undir homrum
11. Barn
12. Svøvnvísa
13. Nú aftnar dagur
14. Flýgur tú lógv
15. Móti vári
16. Regin smiður

Útigvið:
Á fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/tonglabeiggi

Á Grækarismessu

1. Á Grækarismessu

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Á Grækarismessu

Nú flýgur tjaldur um heimalon, og tjarnir glitra á fegnum tíma, og aldur skola, og lotio andar, í loti dandar hvørt eiturfon.

Nú bresta hógvar um vátan teig, og hestagneggjan um vellir strýkur, og tøð og nývelt og tarin rýkur, tað rýkur raman um alla leið.

Nú smettur erji um áarsmog og skýtur dittin i fossasjóðið, og smábørn beistast og spæla undir, tá undir fjøll søkkur dagsins log…

… Nú sova tjøldur við heimansong…

2. Kvøld

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Kvøld

Nú sovna allar urtir, og sólin hvørvur, summardáin durvar og drýpur høvur –

Aldurnar tagna, og ternan kemur sær ikki at láta,

murturin smeyg inn í myrkan kova, døkkast undir tarabløðum –

tonglabeiggi, tonglabeiggi, einsamallur í rennisúg – læsti øðan øgiliga seg um gimsteinin reyða? Vakna vit aftur annað sinn, ella doyggja vit báðir nú?

3. Heystkvøld í Havn

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Heystkvøld í Havn

Í hesum smogum, hesum skotum gingu vit í skýming,

meðan torvroykur bláur svam millum svartar lonir,

og ljóðið av kvøldræddum børnum og deilandi konum

burtur og hjá

kom sum aldur

av hvatligum tólum – –

hetta var heimurin,

her var tað gott at unnast

og síðan eldast,

at stetla,

við stav í hond,

í brøttum brekkum

undir frostheiðum vaksandi mána.

4. Goymi eg minni

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Goymi eg minni

Goymi eg minni um hvítan sand og sokkar og hosur á steinum og børn, ið vassaðu fram við land á bleikum, smalvaksnum beinum. Goymi eg minni um leik við strond og hoppan á áargróti, ráddi eg fríur um míni lond, snarpur var eg á fóti. Silvitnislag um tarastrond, fossaskúm eftir kletti –

goymi eg minni um bleyta hond: Hjálp mær, hjálp mær, eg detti! Tú hevði fátækt og frísut hár, eyguni biðjandi blá –

tað var ein løta ein dagin eitt vár, aldri hon gongur mær frá.

Vassa væl børn enn við heimastrond, byggja sæe hús og brú –

enn hevur tú bønandi bleyta hond, enn er tað bara tú.

Stuðlaveikur er armur mín nú, fóturin stirvin at ganga –

rætt mærtó aftur hond tína, tú, at styðja teg lívsdagin langa.

5. Mjørkanáttin

Orð: Guðrið Helmsdal Nielsen
Lag: Pauli í Sandagerði

Mjørkanáttin

Mjørki, eg siggi teg koma mær ímóti –

kínandi mjúkt

holdi mínum.

Eitt sindur syrgin

tú syngur,

men smil títt, tað váta, er so blítt so blítt!

Hví glógva gyltir steinar í eygum tínum?

Hví er hond tín køld? Hví er hon grá?

Um hjarta títt er sovnað, um blóð títt er stirðnað, sveima tá við mær,

tú rekandi tám.

Tak um meg, tú svalandi. Kom

saman skulu vit

fylla náttinata svørtu –

til hon aftur tónar

á spentum streingjum – og rodnar –

tá ið hon tveitir hamin.

6. Dreymur

Orð: Christian Matras
Lag: Pauli í Sandagerði

Dreymur

Ein skýggjaflóki á blálofti

á reki hátt yvir Nakki

og Fiskimúla tók at tala í tøgn tók at mæla við teg

við rødd sum var tøgn:

Eg syrgi teg eg sakni teg.

Aftur svaraðu bakkar og fjøll

í miklari tøgn

sum í veraldar sorg:

Vit syrgja teg

vit sakna teg.

7. Heystnátt

Orð: Christian Matras
Lag: Pauli í Sandagerði

Heystnátt

Elddvørgar birtu upp bryggjubál, víða ljómar um heimsins vál; kaldir eru logarnir dvørgabálsins, svartir leika eldljómar náttarválsins.

Flogdrekar ferðast í náttarheimi, fegnir fljúgva yvir dvørgaeimi. Veingjasuðið og veingjadunið tað er í eldhavi aldurunið.

Í eldhavsins óløgum, aldum og

brotum

druknaði dagur við litum og lotum.

8. Hitt lætta dreymatám

Orð: Christian Matras
Lag: Pauli í Sandagerði

Hitt lætta dreymatám

Hitt læta dreymatám

sum landið eina ferð hevði vovið av ungum huga meðan brimið um tangan legði er tað burtur nú

ella er tað lind í tílandi hugur mín bygdi upp?

9. Á sandi

Words: Hans A. Djurhuus
Music: Pauli í Sandagerði

Á Sandi

Gekk eg mær á Sandi mánalýsisnátt, áin rann í giddan út í vágin, hoyrdi ei í fjøru minsta aldudrátt, einki var í røring uttan áin.

Bursatangi svartur út í sjógvin skar. Tinganes í mánagulli gyrt var; Skansayangi kámur í vikini har alt so hulisligt og alt so myrkt var.

Bátur fyri íla, helt seg vera far, ló fór havsins loyniligu getu. Ævintýrið dró meg so burtur við sær hesa stillu mánalýsis løtu.

Kendi meg tá festan og gingnan í lag. eins og gamal mosagingin runnur. Áin rann og mánin fór líðandi avstað, lýsti millum durvandi dunnur.

10. Ást undir homrum

Words: Christian Matras
Music: Pauli í Sandagerði

Ást undir homrum

Ást undir homrum

í mjúkum myrkri.

Heimurin vón.

Verøldin vigd.

11. Barn

Orð: Christian Matras
Lag: Pauli í Sandagerði

Barn

Fyrr vart tú dreymur í huga – á reki sum morgunskýggið, nú ert tú mansbarn á foldum – kykur og dýrasti uggi.

Tú veksur við liðina á mær ein loyniligur máttur á vegnum – eitt boð frá tí veldigu skapan, ið ræður lívi og degnum

12. Svøvnvísa

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Svøvnvísa

Sovna, lítla silvurlín, úti blæsur kalt,

úti fýkur kavi, køvir alt.

Sovna, lítla, gullbrá, úti er so myrkt,

og har frystir frost við træ, stúrið, stirt.

Sovna, litla andans log, tú, mítt yndiskykt, kanska eisini hesa nátt kanst tú hvíla trygt.

13. Nú aftnar dagur

Orð: Jákup Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Nú aftnar dagur

Nú aftnar dagur, og tað verður síðla, mín sál er troytt og leingist nú at hvíla; men góôi Jesus, tú vilt hjá mær vaka, eg søtan blundi, einki meg skal saka. Nú sloknar sól, nú yagna ljóð á vali, nú getur kámast burt í skuggadali; men væl eg veit, mín Jesus

Eg goymi, Jesus, meg í tínum hondum, tú lívið hevur loyst úr deyðans bondum; við tær eg lívið skal um ævir eiga, tú heim í faðirs garó meg trygt vil leiða.

at eg skoða skal lívsins sól í fjøll ein morgunгоðа.

Nú náttin kemur, deyðamyrkrið svarta;

men náðarljós titt lýsa skal hitt bjarta.

sum, Jesus, tú læt birta her á foldum.

tað fyri mær skal lýsa undir foldum.

Nú deyðin meg frá mínum her man skilja,

og trongd og angist vil seg um meg hylja,

men ugga meg og styðja skal tín stavur,

fundvísi Jesus, so eg fylgi glaður.

14. Flýgur tú lógv

Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði

Flýgur tú lógv –

Flýgur tú lógv fyri handan á – skýmdarlag uppúr gjáum tónar so tungt um skerda trá – einligt er vorðið hjá báðum –

Flýgur tú lógv fyri handan á – kvøður títt sorgfylta kvæði – er tað tí, at tú einans sá tað sum fjalt fyri øðrum lá? – Lógv,nú kvøða vit bæði!

15. Móti vári

Orð: Guðrið Helmsdal Nielsen
Lag: Pauli í Sandagerði

Móti vári

Í einum horni av glugganum býr mánin aftan fyri nakin trø, og kavaflykrurnar

eru hvirlur av silvurbørnum íblákollubláari rúmd.

Tey siga at várið fer skjótt at koma. Fuglar í leiki –

dalandi náttarflykrur . . .

og blaðanevini,

ið pikkaðu hol á moldina uttan fyri gluggan,

teska til mín á morgni –

tá ið døggin verður andi

av gimsteinum,

ið drúpa á svøvntungu eynalok míni.

Dagar ísólkystum vindi. Aōrir, sveiptir í tungum támi. Margfaldur fuglaljómur – dropar ið runnu saman – tit leskaðu

ein flógvan lodnan munn tystan eftir lívi.

Sólarrenning er vát. Reinleikans einsemi stavar bleikt millum furur. Tøgn valdar í tómum gøtum, har sirmið druknar

í hvítum ljósi.

Eg havi fylgt tær tigandi lív. Í bleikum vársólardøgum.

Skelvandi løta, árstíðar frúgv. Rødd tín er spøk, men tú lærdi meg málið.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Regin Dahl

(orð á 1, 2, 3, 4, 12, 14)

Gunnar Hoydal

(týðing á 1, 2, 4, 6, 7, 8, 9, 10, 12, 14)

Pauli í Sandagerði

(týðing á 3)

Poul M. Pedersen

(týðing 5, 11, 15)

Christian Matras

(orð á 6, 7, 8, 10, 11)

Tónleikarar

Nomi Andresen Arge

(sopran á 14)

Pauli í Sandagerði

(klaver á 14)

Cantabile

(kór á 15)

Andrea Heindriksdóttir

(tvørfloyta á 15)

Lene Jensen

(marimba á 15)

Jóhannes Andreasen

(klaver á 15)

Berghild Poulsen

(sopran á 15)

Framleiðsla

Kartni Fornagarð

(upptøkuteknikari, ljóðbland, frumband)

Bjarni Restorff

(upptøkuteknikari, ljóðbland, frumband)

Pauli í Sandagerði

(ljóðbland, frumband, permumynd, verkætlanarfyriskipan)

Fróði Sandoy

(uppsetan)

Lene Jensen

(verkætlanarfyriskipan)

Eysturskúlin

(upptøkuhøli)

WRR Studio

(upptøkuhøli á 14)

Útvarp Føroya

(upptøkuhøli á 15)

Aðrar útgávur við sama listafólki