Lýsing
Várlongsil
Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 og hevur 25 sangarar. Kórið hevur tvær afturvendandi árligar framførslur, eina jólakonsert og eina várkonsert umframt aðrar kóruppgávur. Í Tórshavnar Kamarkóri verður stórur dentur lagdur á at framføra norðurlendskt tilfar. Eisini framførir kórið Kingosálmar og nýggjari føroyskt tilfar. Harumframt framførir kórið smærri klassisk verk.
Upptøkan til hesa fløgu varð gjørd í Sofia Albertina kirkjuni í Landskrona, Svøríki.
Sanglisti:
1. Várlongsil
2. Nú strýkur vár
3. Eg vil mínum Harra prísa
4. Lover nu Herren Thomas Kingo
5. Som den gyldne sol Thomas Kingo
6. Mín Gud og Harri
7. Sum hjørtur hyggur
8. Pater Noster
9. Sóljurnar og náttin
10. Krabbaskelin
11. Regn
12. Orðini
13. Innibyrgdur
14. Í Noreg búðu raskir menn
15. Kvøldvísa um summarmála
Útgivið:
Á fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/varlongsil