Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt – Ævintýraferðin

Katalognummar: HJF763a
Útgávuár: 2025
Sangir: 2

Útgávudato: 19. July
Vørunummar: HJF763a Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt

Ævintýraferðin útgevur nú tvey nýggj løg: Práta Poetiskt og Forliptur.

Sum øllum kunnugt, er tað jú soleiðis vorið, at tá tú ert forliptur, prátar tú poetiskt. Hesir sangir eru einki undantak, her er kærleiki og poesi í hásæti.

Ævintýraferðin hevur nevniliga gjørt sína egnu tulking av leikinum “Romeo og Julia”.

Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, geva Dánjal og Búi børnum innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk.

Sangir:
1. Práta poetiskt
2. Forliptur

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/aevintyraferdin-forliptur-poetiskt

Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt

Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt

1. Práta poetiskt

Orð og lag: Dánjal Dam á Neystabø, Búi Egason Dam

Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Tað sigur Villiam Ristispjót

Práta poetiskt
uttan at vera til grin
Tí eg havi funnið mín sálarvin
Hon skilir alt sum sigi
Veit júst hvat eg meini við
Sjálvt um eg vendi við
hon stendur við mína lið
Práta poetiskt…

Eg práti poetiskt
tí hon er meg hevur valgt
Vit tosa um alt
bæði heitt og kalt
Vit vita bæði bæði um
stórt og smátt
Vit bæði lita bæði
reytt og blátt
Práta poetiskt…

Tá tú ert forliptur prátar tú poetiskt
Tað sigur Villiam Ristispjót

Práta poetiskt
og tað er púra ok
Tá eg sigi “hey”
sigur hon bara “breyð”
Hon sigur “fuglur fleyg”
Eg telji uppí sjey
Og tá eg eri í neyð
rópar hon “mayday”
Práta poetiskt…

“Hon bjartari enn nakar kyndil er.
Sum stjørna eftir náttarhimli fer,
sum perla glampandi á døkku húð;
ov dýr til henda heimin er hon jú.
So sæst í krákumeingi dúgva hvít,
í millum hinar er hon tað við lít.
Eg vita má vita, um tað kann bera til
at míni hond hon signing geva vil.
Um fyrr eg havi elskað? Tvætla tú,
eg sá ei vakurleika fyrrenn nú.”

2. Forliptur

Orð og lag: Dánjal Dam á Neystabø, Búi Egason Dam

Dempa ljósið
Drag forhangið fyri
Tad er for flovisligt, forskammiligt, for-kjálkarnir-verða-reyðir-sligt
Forbiðið, forargað
Men eisini fortjúsandi, formanandi, fortrinligt, forvit-ni-sligt

Eg eri forliptur
Hjartkiptur
Tí hon so fitt er, hvussu ger man tá man er
forliptur
– fái ikki anda

Sum ein nøs ið
For typt er-i eg
Forpøstur, uppøstur, forløstaður
Sum hár ið
nýklippt er hon
heilt serlig, forherlig, forkerligheit

Forliptur
Hjartkiptur
Tí hon so fitt er, hvussu ger man tá man er
Forelskaður
Forheksaður
Eg má vita hvussu man ger, tá man er
Forelskaður…

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Búi E. Dam

(orð og lag)

Tónleikarar

Framleiðsla

Uni Debess

(upptøkur, ljóðbland)

Dánjal á Neystabø

(framleiðsla)

Aðrar útgávur við sama listafólki