This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Annfinnur Heinesen
Annfinnur Heinesen
Annfinnur Heinesen (føddur í 1976, úr Klaksvík) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri. Hann hevur tikið útbúgving á Skuespillerskolen ved Odense Teater, og hevur eisini lisið stjórnmálafrøði á Københavns Universitet. Hann hevur framført sum sjónleikari bæði á palli og í filmsrøðum. Hann hevur eisini starvast sum leikstjóri, eitt nú leikstjórnaði hann sangleikin Jesus Christ Superstar í 2010 og Audition í 2012. Hann hevur starvast í Kringvarpi Føroya, í Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum og hjá DR-Nyheder (21 Søndag). Hann hevur verið knýttur at Ung í Føroyum, Tjóðpalli Føroya, Leikhúsinum Gríma (1997-98), Odense Teater (1999-2003), Det ny teater (2004-05), Det Kongelige Teater (2004), Betty Nansen Teatret (2005-06) og at Aldubáruni (2006-07).[1] Síðani 2014 hevur hann verið stjóri á Føroya Fólkaháskúla.