Description
Nicolina syngur í Sandavágs kirkju
Ofta verður sagt um fólk, sum hava listarlig evni, at hetta man vera ættarbregði. Uttan at greina hetta út í æsir viðvíkjandi “Teimum av Kamarinum” kunnu vit siga, at tónlistin man vera viðfødd hjá teimum. Mamman, mammusystirin og mammubeiggjarnir høvdu øll góða sangrødd, og abbin í kvennlegg, Magnus á Kamarinum, var listamaður við lít. Sjónlig minni um listhandverk hansara eru til dømis sethúsini, hann bygdi í Gríms Kambans gøtu í Havn í 1902, og kirkjan í Sandavági, sum hann teknaði og bygdi í 1917.
Listhandverk Magnusar á Kamarinum og tónlistin hjá abbadóttur hansara eru nú runnin saman í eitt, kunnu vit siga, nú Nicolina gevur út fløgu við sálmasangi, har ein afturat av ættini telist millum ljóðfaraleikararnar, nevnliga Ólavur, bróðursonur Nicolinu og langabbasonur Magnus á Kamarinum. Á fløguni eru tólv kendir sálmar, upprunaligir og týddir, allir tiknir upp í Sandavágs kirkju, sum Magnus á Kamarinum bygdi.
Ættarbond í 6. lið, vinarlag millum forfedrar Nicolinu og forfedrar mínar í úti við eina øld og mangar ógloymandi løtur í tí alføgru Sandavágs kirkju hava ivalest gjørt sítt til, at hetta nýggja arbeiðsøkið hjá Nicolinu á Kamarinum og tær kenslur og tað hjartalag, hon eisini er før fyri at leggja í sálmasang, kennast hugtakandi og fjálg.
Tracklist:
1. Ber mær eitt blómublað eina
2. Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá
3. Guð, ger meg til eitt lítið ljós
4. Leið, milda ljós
5. Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart
6. Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái
7. Gakk tú fram við góðum treyst
8. Lít allar tínar leiðir
9. Ver tú mær hjá
10. Nærri, mín Guð, til tín
11. So tak tá mínar hendur
12. Nú dagurin at enda er
Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/syngur-i-sandavags



