Káta Hornið
Káta Hornið
1. Lat tárini falla
Words & music: Teitur Lassen
lat tárini falla har ið tú gongur
tak sorgina við tær til hon ikki er longur
hvønn tann einasta niðurtúr lær teg at virða
tí vísdómur er ein tung byrða
2. Andvekur
Words & music: Teitur Lassen
tín rødd ferðast runt húsini sum eitt vælkent lag
tíni orð hita mín kropp sum eitt heitt bað
góða, eg eri øvundsjúkur inn á teg
tú dugir nógv betur at liva enn eg
ár eftir ár – tú eldist í mær og lekir míni sár
dag eftir dag – tú ert eitt heilagt stað
eg liggi eina svøvnleysa nátt í andvekri
nógv betri enn ein góður dreymur er veruleikin
tað ljóðar so væl tá ið tú sigur tað ábyrgdarfrítt
tú kennir tað gráa ímillum svart og hvítt
ár eftir ár – tú eldist í mær og lekir míni sár
dag eftir dag – tú ert eitt heilagt stað
3. Tokspor
Words & music: Teitur Lassen
vit hava bygt henda stóra býin
har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn
fær alt við sum rørir seg á ein og hvønn hátt
frá harraleysum djórum til tjóvar á nátt
tokspor røkka víða út
og mær leingist heim at strekkja míni troyttu bein
fólkini ganga eftir vegnum í frakka
her hevur verið so kalt at áirnar frysta
ísurin bítur allastaðni hann kann
sjálvt tokini venja seg aldrin við kuldan
klokkan fylgir trúfost við tíðini
skjótt rými eg herfrá, til gongu um eg má
mær tørvar at venda aftur til at liva smærri
at vera einsamallur við teimum eg kenni
har eingin hyggur eftir mær við undran
har eg dugi fuglanna sang frammanundan
tokspor finnast ikki har
men eg veit ein veg ið tó krevur tolsemi
4. Útisetin
Words & music: Teitur Lassen
hvat skal við í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur?
er pláss fyri tí
sum eg eri vorðin?
eg havi fylgt við í kjakinum
skrivað undir í mótmælinum
kann ikki broyta hugburð
gloyma alt eg havi lært
eg vendi aftur til ódnarveður
vánaligar fløguútgávur
eina árliga blokering
av Kaldbaksbotni
hampafólk í samkomu
sum eru útbugvin i bíbliu
men rodna tá eg syngi
um samkynd og n***arar
er himmalin og Atlantshavið
eitt vandamiki útsýni?
eru vit nærri Jesusi
enn onnur fólkasløg?
tað kitlar í búkinum
av spenningi og iva
eg havi alt tað við mær
sum eg sóknaðist eftir
eg eri andlitið úr heiminum
tú kanst lesa tað í eygunum
eingin kann steðga mær
mínar røtur eru festar
alt skal við í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur
eg vendi aftur av virðing
fyri tí sum eg eri
5. Káta Hornið
Words & music: Teitur Lassen
gangi ofta túrar eftir gongugøtuni
bara tí mær dámar at vera onkustaðnis á veg
eg steðgi altíð við tað Káta Hornið
práti við onkran ið dámar væl at práta
tað er einki Picadilly ella Piazza Navona
men ein sera góður vinur ið er so mangt annað
eri komin fram á eina niðurstøðu her
tað er best at liva ímillum onnur
ið vita hvar og hvør tú er
eg steðgi altíð við tað Káta Hornið
har forvitnir bilar seta ferðina niður
fólk heilsa upp á meg og tey unna sær at náa
ein tilvildarligan túr ið gongur beint ígjøgnum hjartað
6. Havnin er ein lítil bygd
Words & music: Teitur Lassen
útvarpið sendir eitt tilvildarligt lag
sum sveimar ígjøgnum eitt vindeyga
úr einum húsi sum sigur
„vit hava tað gott!”
Havnin er ein lítil bygd
klaverini tey standa still
ímeðan fólk fara í býin
so seint gongur tíðin
onkustaðni spælir mítt yndisorkestur
í einum høli har ung eru samlaði saman
men eg vil ikki droyma, eg vil bara kenna
bíði eftir bussinum
bara eg og mínar vónir
eg havi hendur í lumma
og seytjan krónur
Havnin er ein lítil bygd
ein viti mitt í havinum
nú fari eg at vitja
ein góðan vin
skip sigla út til fremmand lond
eg síggi meg sita á eini heitari strond
tí her hendir svarta onki
hesin forbannaði bussurin kemur ikki
Havnin er ein lítil bygd
her er so trongligt, men eisini so trygt
eg vil bara gloyma at tað finst nakað annað
7. Sangir í moll
Words & music: Teitur Lassen
„sangir í moll geva mær the blues”
segði hon við meg og skrúvaði upp
dovið øl og stearin
rundan um James Dean
tann fyrsti var dottin av í rúsinum
vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman
stjólu hvønn annan til sangir í moll
tá eg raknaði við var hon farin heim
hurðin hiá mær stóð viðopin
ein friðarlig akkord ið eingin annar hoyrdi
summaði millum fløskurnar í stovuni
bert eitt kann henda tá ið ljósið er tendrað
við tveimum sum dansa til sangir í moll
vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman
stjólu hvønn annan til sangir í moll
8. Far ongantíð frá mær
Words & music: Teitur Lassen
tú ert eitt gott glas av vín
sera sjaldsom við djúpum farvum
eg vil altíð vera tær nær
um okkurt serligt skuldi hent
tú durvar í mínum kjallara
sum ein góður árgangur eigur tað
sum teir flestu dreymar í lívinum
ið eru undir stjørnum og mána
-far ongantíð frá mær
einafer segði tú við meg
at alt sum eg geri er skeivt
men góða, nú er tað ov seint
eg havi vaksið meg ov stóran
eg siti her sum ein gletsjari
ið ikki ber til at flyta
lova mær at hjálpa til
um allur kavin bráðnar
-far ongantíð frá mær
9. Tú ert ein eingil
Words & music: Teitur Lassen
tú ert ein eingil
dottin av himni
tú osar av tí góða
tú ert ómøgulig at hata
tínir fingrar dansa
alt gerst so livandi
tú ert ein eingil
eftir øllum at døma
eg síggi tína mynd
á mínum spegli eg biði til tín
ímóti tí ónda
tú ert ein eingil
10. Ongir pengar (Blues no. 1)
Words & music: Teitur Lassen
eg eigi ongar pengar í dag
hvørki kreditt ella kontantir
koyri á mínum síðsta bensini
í einum læntum bili
øll halda at eg eri ríkur
men eg eigi ikki eitt oyra
eg arbeiði sum ein hundur
og eg vil hava meira
skattavaldið kom inn gátt
eg bjóðaði teimum innum
men tey vóru ikki blíð ímóti mær
hóttu við at fara við øllum
øll halda at eg eri ríkur
men eg eigi ikki eitt oyra
eg arbeiði sum ein hundur
og eg vil hava meira
11. Hugsa positivt (Blues no. 2)
Words & music: Teitur Lassen
tað var við blandaðum kenslum at elefanturin fór
ein fílur kom í staðin og undranin var stór
síðan komu nógv onnur djór
tað var rok í djóragarðinum
men eg kalli ein spaka fyri ein spaka
ein apa fer altíð at vera ein apa í mínari frumskóg
tað nýggjasta orð í bókini er „jaligt”
tey flestu royna longu øll at brúka tað
men at fara „jaligt” til verka merkir ikki nakað
at vera „jaligur” er jú bara at siga „ja!”
eg havi valt at hugsa positivt
halda eyga við hvørjum tað endar við
ímillum fólk eg møti
tað eru ikki nógv fólkasløg sum
fegin læra sítt móðurmál av nýggjum
mitt í hesum hurlivasanum
vita ikki øll hvat ið tey tosa um
eg havi valt at hugsa positivt
halda eyga við hvørjum tað endar við
ímillum fólk á gøtuni
12. Yngra ættarliðið
Words & music: Teitur Lassen
tey ungu hava ringa húð
duga ikki at vera kul
tey koyra runt á skutarum
elska alt tey ikki kenna
aftan á studentaprógvið
fara tey til Indien
at spara hvørja krónu
kasta seg út í krisur
men kanska er yngra ættarlið
í veruleikanum nógv meira við
enn landsins tungu dreingir
og teirra drúgvu royndir
tey bora ikki berghol
tey koyra ongar langar túrar
tey eta ikki seyðarhøvd
í gomlum bóndastovum
tey eru sum í øðrum londum
tosa onnur mannamál
skíta á hvør er babs ella pins
googla tað sum ikki finst
ímeðan mamma pyntar stovuna
við flottum prýðislutum
og pápi lesur bløðini
har ið lesarabrøv eru tíðindi
er alt sum tað skal vera
í húsinum við ferð á?
yngra ættarlið eru fyri seg
á eini heilt aðrari planet
góði harra tingmaður
kunnu tey ikki fáa eitt stað at vera
tey tíma ikki uttanlands nú
og hava nógv meira visjón enn tú!