Lýsing
Retrograd
Retrograd er fyrsta fløgan hjá Afenginn og kom út 5. oktober 2004 á TUTL Records. Fløgan byrjaði yrkisleiðina hjá Afenginn og fekk danska tónleikavirðisløn fyri “Bestu heimsfløgu” í 2005. Retrograd er ein fløga við spælitíð uppá 60 minuttir av tónleiki, sum er rúmliga skipaður við streingjum og messing og harmoniku og hesum og tí. Her finnur tú Elk-svituna um svenska elgin, sum svam til Danmarkar, uppáhaldið Tattar Humppa, ódámliga meturbráið hjá Clapdance, meditativa Näcken og nógv annað. Ein stolt debut!
Sanglisti:
1. Tivoli Invaliid
2. Kazubstep
3. Sumpdronten á la Schwennske Orienten
4. Tattar intro
5. Tattar Humppa
6. Tsar Nob-Yld
7. Näcken
8. Ultravenøs Svovlkage
9. Niels på Færøerne
10. Mörkä Türcké
11. Clapdance
12. Elgen kommer
13. Elg polska
14. Dødstoget
15. Andante Definibus
Útgivið:
Á fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/retrograd