Nú hitar sólin bjarta
1. Vár við lýggjum vindi
Orð: Símun av Skarði
Lag: Jógvan Waagstein
Satsur: Karl Clausen
Vár við lýggjum vindi
leingi vart tú burtur, tú!
Vár við lýggjum vindi,
ver vælkomið nú!
Kavafonnin grætur
sára um sítt hvíta lín.
Kavafonnin grætur,
syngur deyðsálm sín.
Sól í líðum skínur,
kínir blómum, kyssir tær.
Sól í líðum skínur,
gyllir torp og garð.
Vár við summarsvónum,
signað ver tú, sæla stund!
Vár við summarsvónum,
grøð tú sál og lund.
2. Nú hitar sólin bjarta
Orð: Hans A. Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein
Satsur: Karl Clausen
Nú hitar sólin bjarta land og hav,
í urtagarði fagrar blómur anga,
firvaldar flagsa, ongan mást tú fanga.
Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!
Vilt tú sum eg, í hond vit taka stav
og burt frá bygdum langar leiðir ganga;
vit dvølja millum heygar løtu manga,
tá vaknar mangt, sum fyrr í barmi svav.
Í sólarbrandi glógva fjøll og sker,-
og varrar mynnast, veitst tú nakað betur?
Kring heyg og túgvu heiðafuglur letur
frá morgunstund, til sól til viða fer.
3. Hoyrdu tit havsins andalag
Orð: William Heinesen
Týðing: Christian Matras
Lag: Hans Jacob Højgaard
Hoyrdu tit havsins andalag,
meðan líggjarnir sungu ein hallandi dag:
stutt er stundin, sum lív várt sá,
havsins lív heldur alt samt á!
Kavgjóstursgulið við andlit ber,
nú lækkandi ljósið enn dvølur her:
hitt sama ljóslag hvørt eyga fær
av nátt, sum drálar og tó er nær.
Í norðri er opið og ísblátt loft,
og tám og tyngd yvir fjørutoft,
og inn fleyrar dun gjøgnum skýmingar lág:
nú, skjótir, tit skurðmenn, tí nátt leikar á!
4. Kom, friður av himni
Orð: Louis Zachariasen
Lag: Knút Olsen
Kom, friður av himni, í hjørtuni inn,
Guds dýrd til tey smáu á foldum,
og grøð tey sjúku í sál og í sinn,
sum særdust av syndanna voldum.
Kom, kærleikans andi, sum vársólin blíð,
ið kveikir upp lívið á vali,
og birt í barminum bjartari tíð,
sum sýnist í verki og talu.
Kom, rættlætis andi, og leið okkum so,
at trúgvin í hjartanum brennur,
og flyt úr barmi tey trúnaðarboð,
ið faðirin fagnar og kennir.
Tá tagna tey tár, sum í sorgtungu stund
so nívandi boygdu til jarðar,
og sálin søkir hin friðsæla fund,
har faðirin barninum svarar.
5. Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
Orð: Bjørn Lund
Týðing: Jákup Dahl
Lag: Carl Nielsen
Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
ein slíkan hug at tær,
at nátt og dag tú vera má
ómissandi hjá mær.
Tá fer mín náðitíð og stund
so sæl og góð og glað,
tí at tú kemur á mín fund,
mær signar hvønn ein dag.
Mítt hjarta, tá tað aftnar her,
skal hvíla við títt navn,
og tá mín sól til viðar fer,
eg leggist í tín favn.
O, leið meg tá frá synd og sorg
í hvítum rættferðskrúð
til himmiríkis glæstriborg,
til dýrd í himnabú.
6. Bøn
Orð: Kol Slaven
Týðing: Stig Rasmussen
Lag: Dmitri Bortniansky
Eg nígi og fevni føtur tínar,
frelsari mín, á bønarstund.
Eg leggi sum barnið brek øll míni,
bróðir, í tína verndarlund.
Eg havni eyð og maktarvaldi,
hylji meg í tínum kyrtilfaldi.
7. Nú vakni øll úr svøvni glað
Orð: Jacob Hansen
Lag: C. E. F. Weyse
Satsur: H. Rung
Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.
Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.
Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.
Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.
8. Nú skínur sólin bjarta
Orð: Símun av Skarði
Lag: C. E. F. Weyse
Satsur: H. Rung
Nú skínur sólin bjarta og
gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan
góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Gudi mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Gud,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
-nú sólin í fjøll og líð man roða.
9. Sóljurnar og náttin
Orð: Karsten Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen
Millum sóljukoppar
rann hvør kovi fullur
av tí bláu nátt.
Nú er tímin komin,
bonskir blómutoppar
fingu bundnan mátt.
Tryggast sóljuveitir
nú ið náttin tamdi
dagsins gylta ris –
løgd í bláan farra
ljómandi gull-heitir,
tálmað í turkis,
glógva ikki longur
við ovdýrum litum
meðan dimmið er.-
Ógvisligi drongur,
genta tín hon grætur –
sóljur henni ber.
10. Dávidssálmur 19
Orð: Psalm of David (The Bible)
Lag: R. Woodvard
Himin boðar hátign Guds,
hans handaverk hválvið ger kunn.
Dagur frá degi orðum mælir,
nátt eftir nátt talar fróðskap.
Uttan orð og uttan talu,
uttan at mál hans hoyrist,
fer boðan hans um alla jørðina út,
hans frásøgn til heimsins enda.
Hann sólini reisti eitt tjald á himni,
hon eins og brúðgómur er,
ið frá brúðskemmu gongur,
seg frøir sum kappin at renna sítt skeið.
Við himinsins mark er útgangur hennar,
til himinsins enda røkkur bogi hennar,
fyri glóðhita hennar einki er dult.
Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin,
sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir.
Amen!
11. Dávidssálmur 25
Orð: Psalm of David (The Bible)
Satsur: E. Edwards
Til tín, Harri, lyfti eg mína sál,
Gud mín, eg líti á teg.
Lat meg ei verða til skammar,
lat ei fíggindar mínar fegnast av mær.
Kenn mær, Harri, tínar vegir,
kunnar ger mær leiðir tínar.
Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg,
tí tú ert frelsunnar Gud mín.
Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur
fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans.
Fyri navns tíns sakir, Harri,
fyrigev mær mína synd, tí hon er stór.
Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin,
sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir.
Amen!
12. Nú Harrin er mín hirði
Orð: Kristina Toftegaard
Lag: Samuel Sebastian Wesley
Nú Harrin er mín hirði,
eg einki sakni her,
á grønar dalir leiðir
hann meg, ið hvussu fer;
har klárar keldur renna,
har sálin hvílir væl.
Ja, Harrin er mín hirði,
mær einki tørva skal.
Og um eg enn skal ganga
um deyðans dimma dal,
tín keppur og tín stavur
meg røkta, ugga væl;
tí tú ert góður hirði,
tú lamb títt verja skal,
ja, um eg enn skal ganga
um deyðans dimma dal.
Ja, Harrin er mín hirði!
Á vøkur hvíldarstøð,
har keldurnar tær renna
og hoyrast føgur løg,
hann sálina vil leiða
og sælan frið mær ber.
Nei, einki vil eg óttast,
mín hirði Harrin er.
13. Leið meg Gud, á lívsins veg
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: John Stainer
Leið meg Gud, á lívsins veg,
lær meg dýrt at elska teg,
elska teg av heilum mátt,
unna granna mínum gott.
Faðir, veit mær fasta trú,
fremsta álit mítt ver tú,
fastan halt meg tær íhjá,
fellur enn mær verðin frá.
Legg mær vón í veikan barm,
vón, sum lættir sorg og harm;
gongst mær illa, gongst mær væl,
takkarsongur ljóða skal.
Hugmóðs tankar úr mær rek,
vís mær gløgt mítt egið brek;
fals og øvund, hatska trá,
kæri faðir, halt mær frá.
Lat meg vinna sálarfrið
og tann gleim, sum varir við;
tá mítt hjarta meir ei slær,
himnakrúnu gev tú mær.
14. Ave verum corpus
Orð: Traditional
Lag: W. A. Mozart
Ave, ave verum corpus
natum de Maria Virgine;
Vere passum, immolatum
in cruce pro homine:
Cuius latus per foratum
unda fluxit et sanguine:
Esto nobis prægustatum
in mortis examine,
in mortis examine.