Midnight Gale – Kóboykex

Katalognummar: F
Útgávuár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 21. August

Lýsing

Midnight Gale

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta staklag “Midnight Gale” hava teir skrivað saman, har Sigmundur syngur lead og Heiðrikur syngur kór. Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica.
Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn. Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.
Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/midnight-gale

Midnight Gale

Midnight Gale

Orð & lag: Heiðrik á Heygum, Sigmund V.P. Zachariassen

Did you buy your last love
on a whim or was it planned?
Was it fun?
Was it worth every dime spent on the line?
Oh, the black sea in a midnight gale

Does love as you paid for?
Does she laugh when it’s called for?
Are you scared to try without of the help
Of your wherewithal
Oh, the black sea in a midnight gale

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Heiðrik á Heygum

(sang, floytan)

Sigmund V.P. Zachariassen

(sang, gittar, elektronikkur)

Framleiðsla

Heiðrik á Heygum

(framleiðsla)

Sjúrður E. Samuelsen

(ljóðbland, frumband)