Kamarið – Tøgn

Katalognummar:
Framleiðslu ár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 29. May

Lýsing

Kamarið – Tøgn

Vit kenna teir úr ymsum samanhangum – Beinir hevur luft undir veingjunum og ger um seg á danska tónleikapallinum. Bárður Petersen hevur seinastu árini arbeitt aftan fyri kulissurnar í fleiri væleydnaðum verkætlanum; millum annað við Jónasi Gaard, sum er triði limurin í nýggja bólkinum, Tøgn. Jónas Gaard hevur útgivið fleiri føroysk løg, sum hava verið sera væl
móttikin.

Fyrst og fremst eru teir góðir vinmenn og búgva allir í Keypmannahavn. Longsulin heim til Føroyar hevur ført teir saman og givið teimum íblástur til at skriva á móðirmálinum. Teir hava skrivað nógv saman og eru endiliga til reiðar at bróta tøgnina við fyrstu útgávu teirra – Kamarið.

Kamarið er ein folk/pop ballada, ið snýr seg um at hava onkran at líta á, tá ið alt tykist svart. Tøgn hava sjálvir framleitt sangin í MoreMax-studio í Keypmannahavn og Fred Ruddick hevur miksað og masterað. Hetta verður ikki tað síðsta vit hoyra frá Tøgn, tí teir arbeiða støðugt við verkætlanini og hava ætlanir um at skriva og útgeva meira.

Útgivið:
talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/kamarid

Kamarið

Kamarið

Orð & lag: Beinir Troest, Jónas Gaard & Bárður Petersen

Okkurt innaní mær sigur frá
Nú er aftur tíð at steðga á
Tað kemur sum ein vindur yvir meg
Og tað skal ikki ganga út yvir teg

Innast har í roykinum
Litirnir teir dansa
Berjist móti hitanum
Stríðist við at anda

Hóast kamarið tað brennur, liggi eg í frið
Tí eg veit tú ert við mína lið
Tekur fast um mínar hendur
Óttin er ein farin tíð
Sjálvt um tað er eldur í

Ofta er tað eg sum tendri lágan
Og onkuntíð gert bálið alt ov stórt
Eg havi aldrin veruliga dugað
Eg burdi kanska ansað mær viðhvørt

Innast har í roykinum
Litirnir teir dansa
Berjist móti hitanum
Stríðist við at anda

Hóast kamarið tað brennur, liggi eg í frið
Tí eg veit tú ert við mína lið
Tekur fast um mínar hendur
Óttin er ein farin tíð
Sjálvt um tað er eldur í

Uuu
Uuu
Uuu
Sjálvt um tað er eldur í

Um loftið fellur
Og um rúmið skiftir skap
Til einki er eftir
Liggi eg í sama stað

Hóast kamarið tað brennur, liggi eg í frið
Tí eg veit tú ert við mína lið

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Jónas Gaard

(orð & lag)

Bárður Petersen

(orð & lag)

Tónleikarar

Jónas Gaard

(sang, gittar, klaver)

Bárður Petersen

(sang, elgittar, bass, klaver)

Framleiðsla

Fred Ruddick

(ljóðbland, frumband)