Akkordeon ABC – Anna Hüdepohl

kr. 232

Útgávudato: 31. October
Vørunummar: HJF695BOOK Bólkur:

Lýsing

Akkordeon ABC

„Akkordeon ABC“ er ætlað ungum akkordeonnæmingum og annars øllum børnum í musikkskúla, fólkaskúla, barnagarði ella musikkspælistovu – við øðrum orðum øllum teimum, ið taka síni fyrstu fet inn í tónleikarheimin.

Bókin byggir á tjúgu ára undirvísingarroyndir við íblástri av metodunum Colourstrings og Kodály. Fet fyri fet leiðir bókin barnið inn í tónleikin gjøgnum læring og spæl í barnahædd.

Tilfarið í bókini er fjøltáttað: smá einføld løg, sum børnum dámar væl, nýggir fittir tekstir eins og føroyskir barnasangir, sum børnini kenna og elska.

Lærari og næmingur kunnu brúka tilfarið á nógvar ymiskar mátar. Tað ber lættliga til at fara frá tí heilt einfalda til tað meira avbjóðandi, alt eftir førleika, huga og tørvi.