Vetrarsól – Julia & børn úr Tvøroyrar Skúla

Producer catalog: HJF673
Production year: 2023
Tracks: 1

Lýsing

About Vetrarsól

FO:

Sangurin er skrivaður í samband við eina jólaverkstovu sum varð hildin fyri tveimum árum síðani í Tvøroyrar skúla, eitt gott samstarv millum musikkskúla og fólkaskúla.
Næmingarnir arbeittu við orðum í fyrsta blokki. Eitt hugarok um jól. Alt hetta imeðan lagið bleiv skrivað og siðani bleiv alt sett saman.
Børn úr Tvøroyrar Skúla syngja kór, Og Julia Jacobsen, sum tá var næmingur í Tvøroyrar skúla syngur, og abbi hennara sum er pensjoneraður lærari, syngur kór hjá abbadóttirini.
Tróndur Enni sigur, at tað stuttliga í hesi framleiðsluni er, at hann sjálvur var næmingur í tónleiki, tá abbi songkvinnuna Jens Johannesen var primus motor, tá tað kom til jólahald í Tvøroyrar skúla. So eitt ella annað stað kann mann siga, at ringurin fullkomin.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out with this link: https://bfan.link/vetrarsol

Vetrarsól

words: Annika Hvanngarð, Børn í Tvøroyrar Skúla, Tróndur Enni

music: Tróndur Enni

Stór og lítil, so fitt og bjørt.
Eitt grangrønt træ.
Pynta við tí, tey sjálvi hava gjørt.
Eitt hugnaligt stað, har okur sáddu eitt fræ.

Kavi og ísur, hvítt og kalt.
Spent og glað.
Ljósið hevur náttina fjalt,
so øll eru glað á hesum stað.

Veva saman vinarbond.
Og rætta bróður hond.
Veva saman vinarbond.
Tvinna saman heimsins lond.

Stuttur er dagur, tá lívið er gott.
Kærleikin størstur er.
ljósið er vitin, gleðin og glæman.
Ferðast við friði mín vetrarsól.

 

 

Credits

Composers and Authors

Tróndur Enni

(author & composer)

Kim Hansen

(arrangement)

Musicians

Eyðun Nolsøe

(spanish guitar)

Jens Johannesen

(backing vocals)

Kim Hansen

(piano & mellotron & percussion)

Ragnar Finsson

(mandolin & electric guitar)

Tróndur Enni

(bass guitar & acoustic guitar & trumpet)

Production

Finnur Hansen

(mix & master)

Tróndur Enni

(production)

Kim Hansen

(production)

Related products