Lýsing
Meira enn hvítt og svart
Kórið Glymur varð stovnað á heysti 1983. Kórið byrjaði sum rútmiskt kór, men hevur gjøgnum hesi 20 árini eisini sungið sangir innan aðrar sanggreinir. Sunleif Rasmussen var kórleiðari fyrstu fýra árini. Jógvan Telling Joensen, Bjarni Restorff, Edvard Nyholm Debess, Bjarni Berg og Jógvan Dahl hava, sum kórleiðarar, eisini sett sín dám á sangskránna hjá kórinum. Kórleiðari síðani 2001 hevur verið Pauli Hansen.
Til hesa fløgu hava vit valt at savna saman fyrr innspældar sangir umframt fýra nýinnspældar. Okkara vón er, at lurtarin fær eina fatan av ,,ferðini” hjá Glymi gjøgnum hesi 20 árini. Elstu upptøkurnar eru gjørdar í 1991. Flestu upptøkur eru frá konsertum uttanlands og her heima.
Vit vilja við hesi útgávu hjartaliga takka øllum, sum hava verið við til at stuðlað og borið kórið.
Sanglisti:
1. Hon Sólvá stendur í túni
2. Um songartíð
3. Leygarmorgun í Havn
4. Inn til tín
5. Eg haldi, at eg livi
6. Nobody Knows
7. Eitt skeið er stutt
8. De fyra elementen
9. Rósan gleðir meg
10. So súran mann
11. I Have a Dream
12. Oh What a Day
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/meir-enn-hvitt-og-svart





