GULL – 50 ára fagnaðarútgáva- Tórshavnar Big Band

Producer catalogue: HJF633
Production year: 2023
Tracks: 8

Lýsing

About GULL – 50 ára fagnaðarútgáva

Tórshavnar Big Band’s new album release “Gull” (Gold) is now available on all streaming platforms.

The album marks the Big Band’s 50th birthday and it is the second album released by the Big Band. The first one, “Úr Sangskattinum” was released in 2011.

All eight tracks are a result of the composer competition held by Tórshavnar Big Band in 2020.

Tracklist:
1. Tornarunnir tankar (Magnus Johannesen, Dania O. Tausen)
2. Burtur (Herluf Lutzen, Kinna Poulsen, Olvheðin Jacobsen)
3. Nýggja árið (Rógvi á Rógvu, James Olsen)
4. Sólsetur (Páll Sólstein, J.H.O Djurhuus, Olvheðin Jacobsen)
5. Har einki er (Heðin Ziska Davidsen, Hans Jacob Kollslíð, Guðrun Sólja Jacobsen)
6. Skutarin (Atli K. Petersen, Marita B. Atladóttir, Olvheðin Jacobsen)
7. Vælkomin heim (Ólavur Eyðunsson Gaard, Martin Joensen, Olvheðin Jacobsen)
8. Buksurnar á (Magnus Johannesen, Dania O. Tausen, Eyðfinn B. Lamhauge)

Released on the following formats
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out on with this link: https://bfan.link/gull

1. Tornarunnir tankar

Words: Dania O. Tausen
Music: Magnus Johannesen

tá spurvarnir
og vit finna vindin
ljóðar tað sum
eitt svar á ringum degi

nú vaksa bløðini
sterkari

tí tú
skilir mín garð
av tornarunnum tankum

mín sunnudagslund
er vakrari á vetri
ein glansmynd, eitt listaverk
av regndropum

nú vaksa trøini
sterkari og størri

tí tú
sært meir enn ein garð
av tornarunnum tankum
í dag er summardagslot

undir mínum fjarðum
eitt fýrverk
eitt byrjanarskot
at prýða blómukransin

andleysu dagarnir
teir verða mold

tí nú vaksa nýggj trø
av nýfalnum bløðum
av tornarunnum tankum

2. Burtur

Music & Arrangement: Herluf Lutzen
Words: Kinna Poulsen

Mánaskinsblátt, andvekursnátt,
skuggi mín í gøtuljósum.
Skelvandi stjørnuglampan fyri mær,
ravnar gorra har.

Silvitnisnátt, havið so blátt.
Skuggi mín í náttarniðu.
– Detta stjørnuskot her glitrandi.
Veitst tú hvar hon er?

Og myrkrið sýnist bláari
og tómt í míni sál.
Tá dimmið kenst mjáari.
Nú hómast muðurin,
er tað bert hugurin?

Láturin tín, kærleiki mín.
Var alt bara heilaspinn.
– Í mínum sinni mana minni fram
saknartár á kinn.

Var alt bara heilaspinn.
– Í mínum sinni mana minnini fram.

3. Nýggja árið

Music: Rógvi á Rógvu
Words: Rógvi á Rógvu

kom nú vit fara avstað
tak mína hond
tí hjartarútman er glað
vit dansa
tú veit eg vil hava teg við
tú veitst tað
eg vil síggja sólina

kom inn í mín rútmuheim í dag
og dansa
vit gloyma alla tíð og stað
og dansa
Tí saman vit dansa tú og eg
í ævir
dansa út í rúmdina

eg fari nú avstað
kom nú bara við
og eg vil hava teg hjá mær
kom nú bara við
eg kenni hitan ja…

dansa oh, ja
vit skulu dansa í dag
oh, ja..
vit skulu dansa í allan dag

4. Sólsetur

Music: Páll Sólstein
Words: J.H.O Djurhuus

Sólin doyr í vesturroða,
Ristir enn við ríkri hond
kærleiksrúnir yvir lond —
tær, ið gyrða gleði gilt,
tær, ið minka meinið milt —
samlist øll á jarðar kringi,
lov og tøkk til gudar syngið,
byrtið upp ein offurloga —
sólin doyr í vesturroða.

5. Har einki er

Music: Heðin Ziska Davidsen
Words: Hans Jacob Kollslíð

Mín kæri hvar ert tú?
tá mær teg tørvar nú?
eg siti púra eina her
eg sakni teg

Eg fái mær ein styrk
tí náttin er so myrk
eg flýggi inn í eina verð
har tú ert her

Helt at eg kendi teg
helt at tú vildi meg
at tað í stjørnum ritað var
gev mær eitt svar

Eg skeinki mær ein gin
og leiti longur inn
eg mani teg fram fyri mær
eg elski teg

Minnist tú, tá vit,
høvdu fullan speed,
vóru vill og frek
– áttu kærleikan, og alt gekk okkar’ veg?

Eg sakni teg
mær tørvar teg
eydna mín er
horvin nú
eg sá teg fyri mær eitt
stokkut bønarsvar
ið ikki var

6. Skutarin

Music: Atli K. Petersen
Words: Marita B. Atladóttir

Nú fari eg heim, at syrgja í loyndum
Mín fríggjaraferð nú var ongum – Av ongum.
Alt var so gott. Hon ringdi til mín
Og bjóðaði mær norð til sín, til sín.

Hevði eg tunað mær skutaran
Hann koyrir ov seint
So kom eg við bussinum
Tað kennist so meint.
So má bíðast við mussinum
Áh nei, den neyð.

Nú má eg til komputaran
Ja, til komputaran, tað veit den
Fyri at siga hey

Eg bustaði tenn og rakaði mær
Rópti á babba men einki svar – men einki svar
Á, ongan fart, so á skutarin næst
Tó tað nýttaði lítið tí eg hevði hast – eg hevði hast.

Á farstøðini varð eg heitur um skallan
Tí mín bussur var farin sín langa veg – sín langa veg.
Tað nyttar tó ei –  at kúra her
Eg royni bert aftur eina aðruferð – ja, aðruferð.

7. Vælkomin heim

Words: Martin Joensen
Music: Ólavur Eyðunsson Gaard

Fossurin man leingjast eftir havinum
Eins og hjarta mítt nú leingist til tú ert hjá mær
Orki ei at bíða
Men hjarta mítt má líða
Eina løtu aftrat

Sóljurnar nú tysta eftir regninum
Eins og sál mín hungrar eftir einum smíli frá tær
Flúgvarin er lendur
Sum av himni sendur
Vælkomin heim

Og eg merki at eg aftur hoyri fuglasang
Síggi sólina sum leingi horvin var
Fevni teg og kenni hitan
Fylla hvønn ein krók í mær

Einsamøll í heiminum bert tú og eg
Ljósi látur tín nú rekur dimmu skýggini burt
Drúgt tað var at bíða
Og hjarta mátti líða
Vælkomin heim

8. Buksurnar á

Words: Dania O. Tausen, Eyðfinn B. Lamhauge
Music: Magnus Johannesen

Aftur seinur
takki at tú roynir
eg havi ongar loynir
sig mær hvar ið tú vart

Ongantíð friður
kann aldrin seta meg niður
uttan at tú biður
meg reisa meg upp

Tú og eg vit vita hvussu, hvat og hví
men vit duga best at skeldast allatíð

Ikki sig mær
sig mær hvat eg skal gera
sig mær bara
at tú ert mín

Eg helt at tú vart ein maður
eitt nýtt gjøgnumbrot
sum vitsti hvat mær hevði dámt

Eg helt at tú vart ein skattur
ein posi av gull
men tað vísti seg eg hevði skeivt

Tú ert eitt møguligt hugskot
ein fyribils loysn
ein vinur á almennum stað

Tú ert jú bara ómøgulig
at práta við
og lurtar ei eftir mær

Leygardagur
eingin rættur maður
hvør er tað sum ræður
hvør hevur buksurnar á?

Buksudraktir
hava aðrar maktir
tú gongur og spælir vaktur
men eg havi buksurnar á

Tú og eg vit vita hvussu, hvat og hví
men vit duga best at skeldast allatíð

Ikki sig mær
sig mær hvat eg skal gera
sig mær bara
at tú ert mín

Eg helt at tú vart ein maður
eitt nýtt gjøgnumbrot
sum vitsti hvat mær hevði dámt

Eg helt at tú vart ein skattur
ein posi av gull
men tað vísti seg eg hevði skeivt

Tú ert eitt møguligt hugskot
ein fyribils loysn
ein vinur á almennum stað

Tú ert jú bara ómøgulig
at práta við
og lurtar ei eftir mær

Credits

Composers and Authors

Rógvi á Rógvu

(author & composer on track 3)

Dania O. Tausen

(author on tracks 1, 8)

Kinna Poulsen

(author on track 2)

Janus Djurhuus

(author on track 4)

Hans Jacob Kollslíð

(author on track 5)

Marita B. Atladóttir

(author on track 6)

Martin Joensen

(author on track7)

Eyðfinn B. Lamhauge

(author on track 8)

Magnus Johannesen

(composer on tracks 1, 8)

Herluf Lützen

(composer on track 2)

Páll Sólstein

(composer on track 4)

Heðin Ziska Davidsen

(composer on track 5)

Atli K. Petersen

(composer on track 6)

Ólavur Eyðunsson Gaard

(composer on track 7)

Musicians

Andras S. Olsen

(trombone)

Eirikur Skála

(baritone saxophone & bass clarinet)

Emily Burkhardt

(alto saxophone & flute)

Hans Petur í Brekkunum

(alto saxophone)

Jens Knudsen

(bass trombone)

Jóhan Hentze

(trumpet & flugelhorn)

Kenneth Jones

(trumpet)

Kyran Matthews

(conductor, saxophone on 8)

Magnus Johannesen

(piano & keyboard)

Mortan Zachariassen

(tenor saxophone)

Otniel Nygaard

(tenor saxophone & flute)

Ólavur Olsen

(trumpet & flugelhorn)

Rógvi á Rógvu

(drums & percussion)

Torleik Mortensen

(double bass & electric bass)

Dania O. Tausen

(vocals on track 1, 8)

James Olsen

(vocals on track 3)

Guðrun Sólja Jacobsen

(vocals on track 5)

Olvheðin Jacobsen

(vocals on track 2, 4, 6-7)

Eyðfinn B. Lamhauge

(vocals on track 8)

Martin Stender

(tenor saxophone on track 6)

Production

Finnur Hansen

(production & recording & mix & mastering)

Other products by artist