Swangah

Swangah
Swangah (fyrr Swangah Dangah) er ein føroyskur rappbólkur. Bólkurin er stovnaður av nøkrum ungum dreingjum, sum eru vaksnir upp í sama grannalagi uppi í Svanga í Havn. Navnið á tónleikabólkinum sipar til navnið á grannalagnum. Swangah hevur útgivið tríggjar fløgur tilsamans, harav tann fyrsta er undir navninum Swangah Dangah, meðan tvær tær næstu eru undir navninum Swangah,
Swangah Dangah gav út sína fyrstu fløgu tann 4. november 2011.[1] Næsta útgávan Undirgangstónar bleiv útgivin 28. juni 2013, og við hesari útgávu broytti og stytti bólkurin navn sítt til Swangah. Triðja útgávan varð útgivin tann 14. juli 2017, og var hetta eisini undir navninum Swangah.
Manningin í Swangah hevur síðan 2019 fyriskipað tiltakið iLLtonkt, sum er ein sending og platformur, har fólk munnhøggast og rappa.
Svangah hevur samstarva við fleiri aðrar tónleikarar, á stakløgum, á fløguni Undirgangstónar og í samband við iLLtonkt. Hetta er eitt nú Mikkjal Gaard Hansen, Marius Dam Christophersen (Marius DC), Beinir Troest (Beinir) við fleiri. Umvegis iLLtonkt hevur Swangah eisini samstarva við Erik Klein (Ghost Notes), sum hevur gjørt fleiri av løgunum til sendingarnar, umframt at Klein eisini hevur gjørt tónleikin til onkur av løgunum hjá bólkinum.