SAKARIS

SAKARIS
SAKARIS er høvuðsverkætlanin hjá føroyska elektroframleiðaranum Sakarisi Emil Joensen. Hann byrjaði í 2010 við síni ørkymlandi 8-bit elektro funk debut EP Darling, sum síðan bleiv til eina heildarútgávu í 2012. Við tí útgávuni, I Have Beautiful Eyes, er SAKARIS vorðin ein av teimum mest framkomnu elektrolistafólkunum, sum eru komin fram úr fjarskotnu og smáu Føroyum seinastu árini.
Tónleikurin fevnir seg um alt frá tættum, ljósum og bjartskygdum dansitónleiki til sveiggjandi 80-ara nostalgiskum ljóðrúmum. Seinnu árini hava verið rúgvusmikil við framførslum á ymiskum framstandandi festivalum, so sum Spot Festival, JaJaJa Festival, G! Festival, Dias Nordicos og Waves Vienna, saman við press-hype frá Clash Music, Wired UK og The Line of Best Fit.
Í 2014 komu trý stakløg út, sum bert vóru á netinum. Score Music, I Put on This Dress Only for You og Downer, sum øll deila eina upbeat og tætta dansikenslu.

TALGILT

TALGILT

CD

TALGILT

TALGILT

TALGILT

CD