Lárus Óskar

Lárus Óskar
Lárus Óskar er tónlistarmaður úr Roykjavík í Íslandi. Hann gav fyrsta lag sítt út í 2020, “Great Is Our God”. Hann hevur givið út bæði á íslendskum og norskum, tí hann er heryvirmaður í Frelsunarherinum í Íslandi og hevur starvað í Noregi í tí sambandi. Hann hevur skrivað lovsongsløg, og er hetta fyrsta lagið, sum hann skrivar í øðrum stíli.
Lárus Óskar og Ingmar hava kenst leingi og givið út hvør síni løg. Tá ið Ingmar var í Íslandi í fjør og vitjaði, hildu vinirnir, at teir skuldu fara at gera tónleik saman. Soleiðis byrjaði hetta samstarvið teirra millum. Teir vóna, at fleiri felagsverkætlanir fylgja hesi.