Karpi

Karpi
“Karpi er bara eg—einki stórt, einki fínt.” sigur Ellindur, sum er andlitið handan Karpi.
“Eg skrivi sangirnar, spæli ljóðførini, syngi røddirnar og seti alt saman í mínum lítla heimastudio. Eg haldi ikki, at eg eri serstakliga góður til nakað av hesum, men mín tørvur at skapa og kærleikin eg havi fyri tónleikinum, er tað, sum heldur mær koyrandi. Fyri meg er tónleikur líka nógv at lurta sum at gera. Hvør sangur er ein partur av mær—mínum stríði, mínum smáu sigrum, míni søgu—formað í groovy indie rock við einum ráum, ærligum kanti.”