Ingmar

Ingmar
Ingmar er føroyingur og kann eisini rekja ætt sína til Íslands, tí abbin var íslendingur. Hann hevur áður givið út tónleik við øðrum ljómliðum, teirra millum Reality Bytes og Brimhvítum. Hann hevur eisini gjørt eyðkennislagið hjá Góðan morgun, Føroyar í KVF í 2024. Hann hevur tó bara givið út eitt lag áður í egnum navni, ”Hey, tú”, sum kom út í 2023.
Tá ið Ingmar var í Íslandi í fjør og vitjaði, hildu vinirnir, at teir skuldu fara at gera tónleik saman. Soleiðis byrjaði hetta samstarvið teirra millum. Teir vóna, at fleiri felagsverkætlanir fylgja hesi.