Onki úrslit at finna.
Search by

Holgar

Holgar Jacobsen er tónleikari og sangskrivari úr Sørvági og býr enn í heimbygdini. Í tónleikahøpi er hann vanliga kendur sum Holgar.

Tónleikaferðin byrjaði longu, tá hann var um 12 ára gamal, og síðani hevur hann verið ein virkin partur av føroyska tónleikalívinum. Hann hevur spælt í fleiri væl kendum bólkum, m.a. Enterprice, Ghost Riders, Sørvings, Holgar og Villmenn, Villmenn, Tinganest og Næturljóð.

Umframt bólkavirksemi hevur Holgar eisini verið virkin sum troubadour, og hevur útgivið yvir 100 undir egnum navni.

Hansara tónleikur fevnir um folk, blues, countryrock – og av og á eisini reggae. Hann spælir bæði akkustiskan og elektriskan gittar, og syngur sjálvur nógv av sínum løgum. Holgar arbeiðir støðugt við at skapa og menna sítt egna tónleikaliga ljóð.

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.