Onki úrslit at finna.
Search by

GUNZ

GUNZ

GUNZ er eyknevnið vinir góvu Gunnari Thomsen, bassleikara í kenda føroyska málmsbólkinum TÝR. Nú fer hann at geva sína fyrstu solofløgu út undir júst tí navninum, GUNZ. Á „Psycho Train“ spælir hann bæði guitar og bass og syngur eisini. Hann hevur verið at hoyrt syngja áður í nógvum sangum hjá TÝR, men ongantíð so framúrskarandi sum her, har hann er høvuðssangari. GUNZ er heldur at meta sum ein verkætlan enn ein bólkur tí hann hevur ongar fastar limir. Gunnar er støðugt kreativur og skrivar sangir, millum tey nógvu, sum ikki ordiliga passa til hansara høvuðsbólk, men endurspegla hansara persónliga tónleikaliga stíl Við hjálp frá Hans Hammer (sum samsangskrivari og framleiðari) setti hann tíggju sangir saman, sum vísa eina aðra síðu av kenda tónleikaranum. Sum GUNZ leggur hann fram siðbundnar tungmálmssangir við fangandi tónum og kórum, sum eru ring at fáa úr høvdinum aftur.

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.