Astrid Samuelsen

Astrid Samuelsen
Astrid Samuelsen er ein listakvinna, sum við Who Do You Pray For, tykist at leita eftir eini dekonstruktión av konventiónunum hjá rokktónleikinum. Formurin er beinrakin, enntá aggresivur, men aftan fyri attituduna liggur ein porøsitetur – nakað óvist innan eina tilætlaða rørslu. Tað er júst í hesum tvídrátti, at Astrid lýsir ígjøgnum sum ein originalur og spennandi solistur, sum breiðir persónligheit út í hvørt av teimum mongu løgunum í tónleikinum.
Sum dóttir elskaða føroyska tónleikaran Stanley Samuelsen hevur Astrid frá fyrsta degi havt røtur í tónleiki. Saman hava tey framført óteljandi ferðir og Astrid hevur eisini verið við á fleiri útgávum hjá Stanley. Í 2014 góvu tey út vældámdu heiðursútgávuna Long, Long, Long, har tulkingar av sangum hjá George Harrison vóru við. Astrid hevur verið í uppskoti til tvær danskar tónleikavirðislønir: fyrst í 2014 sum ársins talent á Danish Music Awards Folk, og aftur í 2016 tá hon saman við De Underjordiske varð í uppskoti til ársins Live Act.