Onki úrslit at finna.
Search by

Danny & The Veetos

Danny & The Veetos

Danny & the Veetos eru ein av mest elskaðu bólkunum úr Føroyum, kendir fyri teirra nostalgiska
folk/pop. Við teirra eyðkendu melodium og fangandi tekstum hava teir bygt ein trúgvan
áhoyraraskara kring Norðurlond, har tier have framført t.d. í Tivoli í Danmark, Iceland Airwaves í
Íslandi og G! Festivalinum í Føroyum.
Teirra stórsta hitt “Alright” vann Ársins lag á FMA í 2017 og fekk nýtt lív, tá tað gjørdist óoffisiella
lagið hjá føroyska hondbóltslandsliðnum undir evropameistarakappingini. Hetta skapti aftur
altjóða áhuga fyri bólkinum.
Eftir nøkur still ár gjørdu Danny & the Veetos comeback í 2025 við nýggjari útgávu. Lagið bleiv
Ugens Hit Tip á DR P4 og bleiv spælt kring Evropa. Síðani hava teir havt meira enn 50 konsertir
hetta árið, har teir millum annað vóru eitt av høvuðsnøvnunum á G! Festivalinum. Nú halda teir
fram við “Let Me Go”, einum hjartaligum og melodiskum lagi, sum fangar ta sermerktu veetos-
kensluna, ið øll kenna.

https://www.dannyandtheveetos.com/epk

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.