Tamara Mneney

Tamara Mneney
Tamara Mneney er ein ung songkvinna og sangskrivari úr Føroyum við rótum í Tansania og Danmark. Hon hevur gjørt tónleik í kamarinum í lítlu bygdini Fuglafirði síðani hon var heilt lítil genta. Unga listakvinnan hevur longu vakt ans hjá mongum við sínum serstaka ljóði og sermerktu rødd. Tamara flytur seg millum sjangrurnar soul, RnB, og hip-hop.