Lýsing
Tóm Visjón
Eitt kraftmikið og fangandi lag, ið sameinar nútímans popp/rock við einum frískum og orkumiklum
ljóði.
Adrenaline er ein føroyskur rock/popp bólkur við sterkari orku og fangandi løgum. Teir bresta á
pallin við eksplosivum konsertum og einum ljóði, sum er bæði frískt og rátt.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her:
Tóm Visjón
Orð: Tórður Sóleyarson, Hans Edward Andreasen, Jónas Kallsberg Jacobsen
Lag: Tórður Sóleyarson, Hans Edward Andreasen
Tíðin rennur, men eg standi fastur
Somu tankar, negldur og læstur
Eg lovi onki, men eg sigi sum er
Hvør stýrir í hesu verð
Eg og tú Vit tosa, men eg hoyri ei
Ímillum reglurnar Tað brotnar, slitnar
Hvør vendur deyva oyra
Sig mær, hvat eg skal gera
Visjónin er tóm her
Sig mær, hvør eg skal vera
Eg standi her, og hetta er mín ferð
Tey rópa, men eg hoyri einki
Tankar sum ein sirena, Áh eg tonki
Eg taki valið stig fyri stig
Ert tú tryggur við mína lið
Eg og tú Vit tosa, men eg hoyri ei
Ímillum reglurnar Tað brotnar, slitnar
Hvør vendur deyva oyra
Sig mær, hvat eg skal gera
Visjónin er tóm her
Sig mær, hvør eg skal vera
Eg standi her, og hetta er mín ferð
Eg veit væl, at tíðin hon gongur
Eg veit væl, at tráðurin hongur í mær
Vit bæði vita
Sig mær, hvat eg skal gera
Visjónin er tóm her
Sig mær, hvør eg skal vera
Eg standi her, og hetta er mín ferð