Onki úrslit at finna.
Search by

Kór Glyvra kirkju

Kór Glyvra kirkju

Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969 við Símuni Nónklett sum leiðara. Endamálið við kórinum var at stuðla, menna og fjálga um sálmasangin innan kirkjugátt.

Sálmasangurin mentist og kórsangurin við. Kórið gav út eina LP í 1972 undir heitinum “Kirkjutónar”. Árið eftir gav kórið út eina aðra LP, sum kallaðist “Í adventini”.

Umframt hetta setti kórið sær fyri at fara undir at venja partar úr  Händels “Messias” í samstarvi við tónleikarar úr Tórshavnar Musikskúla. Hetta var eitt ódnartak og eitt frambrot í føroyskari kór- og tónleikasøgu. Verkið varð framført í 1976. Árið eftir sungu tey “Messa í ófriðartíð” eftir Haydn.

Síðani 2004 hevur kórið lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini og hevur brotið upp úr nýggjum her á landi við at syngja Dávidssálmar í gomlum og reciterandi stíli í týðing Jákup Dahls. Kórið hevur stundum boðið til aftansang eftir enskari fyrimynd í Glyvra kirkju og øðrum kirkjum við. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

Kór Glyvra kirkju hevur vanliga tvær konsertir um árið – eina várkonsert og eina jólakonsert. Boð hava mangan verið eftir kórinum, tá ið ymisk tiltøk hava verið í Runavíkar kommunu. Í sambandi við fimmti ára dagin hjá kórinum í 2019 var ein heiðurskonsert í kirkjuni.

Meinhard Bjartalíð, prestur og urguleikari, hevur stjórnað kórinum síðani 2002.

1. sunnudag í føstu hin 23. februar í 1969 skrivaði Karl Joensen, lærari og deknur úr Lamba, í dagbók sína: “Fingið varð í lag sangkór við kirkjuna við Símuni Nónklett, Lamba, sum stjóra. Henda dag vóru tey fyrstu ferð og sungu í kirkjuni. Hetta hoyrdist eisini á sálmasonginum. Her var flog og fastleiki yvir honum. Sjálvi einsamøll sungu tey beint aftan á lestur: “Faðir, fylg mær henda dag””.

– Meinhard Bjartalíð

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.