Pauli í Sandagerði

Pauli í Sandagerði
Pauli er føddur í Tórshavn 1955 og er lærari. Hansara tónleikaliga útbúgving varð bygd upp stig fyri stig, undir ymiskum lærarum. Fyrsti áhugi hansara var at spæla klaver, men við tíðini tók tað, at arbeiða við kórum og at arrangera, yvir, og tað er sum tónasmiður, at hann er best kendur.
Hann hevur skrivað tónleik av ymiskum slagi: fólkasangir, rokktónleik, sangir (lieder), kórtónleik, sonatur, oratorium, tónleik til klaver, kamar- og orkesturtónleik í samtíðar (klassiskum) formi. Hansara høvuðsáhugi er tó at skriva sangir.
Seinastu árini hevur Pauli verið kórleiðari fyri fleiri sera góð kór. Eitt av hesum kórum, Cantabile, er kanska mest upptika kórið í Føroyum. Cantabile hevur verið sera væl móttikið í nógvum londum frá Noregi til Grikkalands, og á ferðum hevur kórið arbeitt saman við fleiri kendum operasangarum og orkestrum úr nógvum londum.
Pauli í Sandagerði hevur verið ein av undangongumonnunum í føroyskum tónasmiði.