Landið – Kristian Blak, Sunleif Rasmussen & Pauli í Sandagerði

kr. 79

Katalognummar: FKT007
Upptikið: 1993
Útgivið: 1994
Løg: 8

Lýsing

Landið

Hesar upptøkur fevna um verk eftir trý føroysk tónaskøld: Kristian Blak (f. 1947), Pauli í Sandagerði (f. 1955) og Sunleif Rasmussen (f. 1961). Plátan inniheldur fýra upprunaverk í átta skeringum. Samlaða longdin er 65 minuttir.

Sanglisti:
I. Landið
1. Landið
2. Intermezzo
3. Nationalisma

II. Gerandisdagur í Havn
4. Á Sandi
5. Úr neyðardýpi

III. Grave
6. Grave

IV. Klarinettkonsert
7. 1. movement
8. 2. movement

Upptikið í Concert Hall of the Slovak Radio, Bratislava, oktober 1993.

Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/landid

II. Gerandisdagur í Havn
Gerandis
Tað vóru neyvan tey stóru frávikini, ið eyðkendu gerandisdagin í gomlu Havnini. Dagarnir eru óivað komnir hvør í hølunum á øðrum, men kanska hava smá frávik tá givið størri kenslu av broyting enn dagligu stórbroytingarnar á okkara døgum.
Hesin tónleikurin er íblástur av hendingum í bókini Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Knappliga verður gerandisdagurin broyttur, tá skip síggjast í havsbrúnni. Skip vóru sjáldan at síggja, og ilt var at siga, um hetta vóru friðargestir ella sjórænarar. Órógv kemur á fólk, og fólk gera seg til at rýma í fjøllini, men lukkutíð eru tað friðargestir. Hurlivasin og órógvin gerst líðandi til frøði og seinni ótamt veitslulag. Men gerandisdagurin er longu har dagin eftir, og vit eru aftur í góðu gomlu Havnini.
– Pauli í Sandagerði

Heilagt
Føroyingurin hevur altíð skilt millum gerandis og heilagt, men kortini livdi hann í Guðstrúnni, hvar hann enn ferðaðist. Guðstrúgvin var kletturin, gamli føroyingurin bygdi alt lív sítt á. Hetta kennist djúpt í teimum inniligu sálmaløgum, ið vaksin eru fram á hesum klettum. Annar satsur er bygdur á gamla føroyska sálmalagið: Úr neyðardýpi, Guð, til tín.
– Pauli í Sandagerði

III. Grave
Grave er verk ognað minninum um Karsten Hoydal. Tónatilfarið er tikið úr egnum lagi til yrkingina Út frá grýtutum strondum. Mær rann í huga orð yrkjarans, “eg í øllum / alt í mær” úr yrkingini Mikið, var mær givið.
– Sunleif Rasmussen

IV. Klarinettkonsert
Klarinettkonsertin er skrivað til ein føroyskan tónleikara úr tí yngra, gávuríka ættarliðnum, nevniliga Onnu E. Klett. Konsertin er í tveimum mótskipaðum satsum. Fyrri satsur er merktur av tvístøðu, bæði tá talan er um musikalskt evni og í sambandinum millum solist og orkestur. Endasatsurin er, sum heild, lýriskur, og mótsvarandi fyrra satsi, stuðla orkestur og solistur hvønn annan í framburði sínum.
– Kristian Blak

Landið

I. Landið

1. Landið

Orð: Gunnar Hoydal
Lag: Sunleif Rasmussen

Har,
í tí váta regninum,
í skýbøklunum
sum bólta um duldar tromir,
aftan fyri rokið
av sjógvi og tara,
inni í táminum,
í ljóðinum av mjørka og mýru,
í regnfossum av ljósi,
upp gjøgnum lágar ælabogar inn í dagin,
har.

3. Nationalisma

Orð: Rói Paturson
Lag: Sunleif Rasmussen

tað aldar og brýtur
í atlantshavinum
hjartað arbeiðir róliga
og hovliga skilji eg

yvir dalar og fjøll
eftir vegnum og sjónum
gjøgnum hvønnannan og við
hvørjum øðrum
uppi á hæddunum og niðri
í lægdunum úti og heima

flenna og sláast og lúgva
elska og rudda og arbeiða
til seint á kvøldi
fylla øl í fløskur
tøma tær aftur
gráta og skræða klæðini av sær
fara í song saman ella ikki
hoyra útvarpið og slatrast
sita mett av døgum og bíða
og børn koma stetlandi
við breyðflís í hondini
varnast
at alt er nýtt undir sólini

mítt hjartagrípandi móðurland
pyntað við alskyns beistagerðum
blomstrandi við reinasta kærleika
søkklaðið við klandri
mítt eirindaleysa hjartaland

róliga mala gongustjørnurnar
hóvliga broytist tímalønin
við høgg og slit
hvørvur føðilandið

II. Gerandisdagur í Havn

4. Á Sandi

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Pauli í Sandagerði

Gekk eg mær á sandi mánalýsisnátt,
áin rann í giddan út í vágin,
hoyrdi ei í fjøru minsta aldudrátt,
einki var í røring uttan áin.

Busatangi svartur út í sjógvin skar.
Tinganes í mánagull gyrt var;
Skansatangi kámur –
í víkini har alt so hulisligt
og alt so myrkt var.

Bátur fyri ila, helt seg vera far,
ið fór havsins loyniligu gøtu.
Ævintýrið dró meg so burtur
við sær hesa stillu mánalysis løtu.

Kendi meg tá festan og gingnan í lag,
eins og gamal mosagingin runnur.
Áin rann og mánin fór líðandi avstað,
lýsti millum durvandi dunnur.

2. Úr neyðardýpi

Orð: Martin Luther
Lag: Pauli í Sandagerði
Týðing: Jákup Dahl

Úr neyðardýpi, Guð, til tín
mín sál við bøn sær vendir.
Tú hoyrir rópini til mín,
mær rættir tínar hendur;
Tí um hjá mær alt gangast má,
sum mín atferð, gerð og trá,
til grundar tá eg fari.

Er stórt og fult mitt syndamál,
tó størri er tín náði;
um leið er dimm, og rás er hál,
fullvæl tó fram eg nái;
tí Guð mín góður hirði er,
sum alt sítt fylgi røktar her
og bjargar tí úr vanda.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Sunleif Rasmussen

(lag á 1, 2, 3, 6)

Kristian Blak

(lag á 7, 8)

Gunnar Hoydal

(orð á 1)

Martin Luther

(orð á 5)

Jákup Dahl

(týðing á 5)

Tónleikarar

The Slovak Radio Symphony Orchestra

(orkestur á 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8)

Petr Vronský

(dirigentur á 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8)

Joanna Johansen

(sopran á 1, 2, 3, 4, 5)

Anna Klett

(klarinett á 6, 7, 8)

Framleiðsla

Rudolf Homer

(framleiðari)

Kristian Blak

(framleiðari)

Sunleif Rasmussen

(framleiðari)

Emil Nižňanský

(upptøkustjóri)

Hubert Geschwandtner

(upptøkuteknikari)

Ludmila Cermanová

(upptøkuteknikari)

Aðrar útgávur við sama listafólki