Lýsing
Blátt
Í døgunum 22. til 27. apríl var skipað fyri tiltakinum “Færøerne i Fokus” í Forum í Keypmannahavn, sum skuldi lýsa tað føroyska samfelagið. Tvey kór gingu saman um í felag at umboða kórtónleikin í Føroyum í dag: Havnarkórið og Tórshavnar Kamarkór. Havnarkórið varð sett á stovn í 1967 og hevur Ólav Hátún (føddur 1931) sum kórleiðara. Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 og er stjórnað av Ólavi Jøkladal (føddur 1952).
Á konsertunum stjórnaðu báðir kórleiðarar hvør sín part av skránni. Kórið framførdi bæði verðsligan og kirkjuligan kórtónleik fyri at vísa føroyska kór- traditión gjøgnum tíðirnar.
Fyri eitt føroyskt kór var tað ein stór avbjóðing at syngja í so gitnum hølum sum Helligåndskirkju, Roskilde Dómkirkju og í konserthøllini í Tivoli, har sjálv drotning Margareta II. var hjástødd. Tað er eisini frá hesum konsertum, at upptøkurnar til hesa plátu vorðu gjørdar.
Tá úrvalið til plátuna skuldi gerast, varð dentur lagdur á tað føroyska tilfarið, soleiðis at tað umboðar bæði átrúnaðarligar sangir og føðilandssangir, men eisini kórtónleik av ungum føroyskum tónaskøldum. Plátan er tann fyrsta i røðini “Føroyskur kórtónleikur” hjá Plátufelagnum Tutl. Yvirskot av plátuni fer í grunn til útgávu av føroyskum kórtónleiki.
Plátan er upptikin beinleiðis í Helligåndskirken, Roskilde Domkirke og Tivolis Koncertsal dagarnar 24.-26. apríl í 1986.
Upptøkur eftir Gunner Møller Pedersen, Oktopus Studio. Ljóðbland eftir Jóhannus á Rógvu Joensen í LT-Studio, Tórshavn, í november 1986.
Permumynd: Kubus Teknistova, Tórshavn. Illustratiónir og myndir eftir Ole Wich. Framleiðsla eftir Dánjal Pauli Haraldsen fyri Plátufelagið Tutl.
Sanglisti:
1. Føroyar Mín Móðir
2. Í Búri
3. Moders Navn
4. Blátt
5. Á Grækarismessu
6. Orðini
7. Einki Er Sum Summarkvøld
8. Deyði! Hvar Er Nú Broddur Tín?
9. Eg Vil Mínum Harra Prísa
10. Mariuvísa
11. Tey Boð Nú Ljóða Himni Frá
12. Lysets Engel
13. Den Skønne Jordens Sol
14. Spunagentan
15. Í Noreg Búðu Raskir Menn
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/blatt
Blátt
1. Føroyar, mín móðir
Orð: Poul F. Joensen
Lag: Knút Olsen
Føroyar, mín móðir,
titt signada navn
í hjartanum runaritt stendur.
Títt sorgblíða bros,
títt mjørkaloft dró
tín son sjálvt við sólgyltu strendur.
Um tú vart alt bjart
sum eg huga mær kann,
ein blóma frá paradís strondum, ein perla mót øllum
í heiminum var,
ja, valdaði ríkjum og londum,
tá kvað eg tær kanska
eitt stoltari lag,
eitt kvæði av brimdum og toru,
men kundi ei elskað teg hægri enn nú,
mitt friðlýsta heim móti norði.
2. Í búri
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein
Kúrir tú litli songfuglur mín,
fjaðursárur í búri,
tagnaði røddin føgur og fin,
lítið er tær nú um mjøðin og vín,
songfuglur mín,
skerdur í fangabúri.
Minnist tú leikin um grønan vøll,
fjaðursárur í búri,
minnist tú gil og dalar og fjall,
lætt var títt flog og rødd tín snjøll,
– minnini øll
fána í fangabúri.
Durvar tú longu, høvd undir vong,
fjaðursárur í búri,
kanska tú droymir um fuglasong,
ástaleik yvir grønu ong,
árini mong –
sloppin úr fangabúri.
3. Moders navn
Orð: N. F. S. Grundtvig
Lag: Henrik Rung
Moders navn er en himmelsk lyd, så vide som bølgen blåner,
moders rest er den spædes fryd og glæder, når issen gråner,
sødt i lyst og sødt i ned, sødt i liv og sødt i død, sadt i eftermælet.
Moders mål er vort hjertesprog,
kun løs er al fremmed tale,
det alene i mund og bog
kan vække et folk af dvale,
sødt i lyst og sødt i ned,
sødt i liv og sødt i død,
sødt i eftermælet.
4. Blátt
Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
Lag: Sunleif Rasmussen
Himmal og hav
metast í bláum
sjónarringurin
hitt svarta bergið er blátt
fjøllini
tær græsgrønu líðirnar
eru aftanfyri eitt blátt tám
viðhvørt.
5. Á Grækarismessu
Orð: Regin Dahl
Lag: Pauli í Sandagerði
Nú flýgur tjaldur um heimalon,
og tjarnir glitra á fegnum tíma,
og aldur skola og lotið andar,
í loti dandar hvørt eiturfon.
Nú bresta hógvar um vátan teig,
og hestagneggjan um vallir strýkur,
og tøð og nývelt og tarin rýkur,
tað rýkur raman um alla leið.
Nú smettur erji um áarsmog.
og skýtur dittin um fossasjóðið
og smábørn beistast og spæla undir,
tá undir fjell sokkur dagsins lóg.
Nú sova tjøldur við heimastrond.
6. orðini
Orð: Rói Patursson
Lag: Bjarni Restorff
nøkur orð eru myrk
og seta dimm spor
summi eru ljós
og kasta ongan skugga
eg vóni teimum góðan túr
og blomstrandi avkom
“eg” tað hvørvur í tómleikanum
“elski” tað druknar í streyminum
“teg” tað umskapast á leiðini
tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi
vendu sær í flognum og komu aftur
sum rovfuglar við sterkum klóm
og fremmandum eygum
eg eigi onki orð og soleiðis skal tað vera
eg skilji ongi orð og tað er gott
eg havi nógv at gera og nógv at læra
7. Einki er sum summarkvøld
Orð: Christian Matras
Lag: Hans Jacob Højgaard
Einki er sum summarkvøld við strendur.
Hvítar lýsa gjar- og flidna-rendur.
Standa menn á nesjum og á tongum.
Bátur rør við áratøkum longum.
Veksur flóð, og neyvan tú tað grunar.
Eiðasørt á nøkrum flúri runar.
Syftast fagrir fiskar fram við strendur,
meðan dagur leggur saman hendur.
Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið.
Kámast agnið, her eg sjálvur standi.
Áraknarr og syftan millum flesja.
Hómast valla land ímillum nesja.
Fram við landið eftir taragrunni
hava blankar beitur støðugt runnið.
Sleiskast alt hjá monnunum á tanga.
Ein og ein teir heim til húsa ganga.
8. Deyði! Hvar er nú broddur tín?
Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: Hans Jacob Højgaard
Deyði! Hvar er nú broddur tín?
Helviti! Hvar er tín sigur?
Risin er aftur frelsari min,
áður í grøv lagdur niður
Roðar nú páskarsól um fjøll,
vermir og gleðir hjørtu øll.
Tøkk havi Guð fyri lívið!
Lívsleiðin er ei meira tung:
livandi Jesus meg leiðir.
Bæði hann styðjar gomul og ung.
Breytina fyri teim greiðir.
Fylgir hann við á míni ferð,
einki mær tá til skaða er.
Tøkk havi Guð fyri lívið!
Songur tí berst um lond og høv,
um páskaboðskapin bjarta,
fagurt hann ljóðar við opna grøv
inn í tað trúgvandi hjarta:
“Risin av grøv er frelsari mín,
deyði! Hvar er nú broddur tín?
Tøkk havi Guð fyri lívið!”
9. Eg vil prísa harra mínum
Orð: Hans Thommisøn Stege
Lag: útseting eftir Karl Søren Klausen (siðbundin sálmur)
Týðing úr donskum: Jákup Dahl
Eg vil mínum harra prísa,
sum syndir mínar allar bar,
i trúgv skal lov mítt rísa.
fyri honum mítt hjarta slær:
har vil eg navn hans skriva
og bera tað til min deyð,
alt meðan eg her man liva,
hann linnar mær sorg og neyð.
Nú leiti eg til tína náði
og gevi meg tær í hond,
tú hava skal meg í ráði,
meg leiða skulu tíni bond.
Ta stund, eg á foldum eri,
meg lívga skal trygdin tín,
títt orð eg sum skjøldur beri.
til tín stendur hugur mín.
10. Mariuvísa
Orð: Hans Thommisøn Stege
Lag: útseting eftir Karl Søren Klausen (siðbundin sálmur)
Týðing úr donskum: Gudmund Bruun
Maria var moyggin rein og skær,
sum skriftin sæla kallar.
Í heimin Guds einkarson hon bar,
sum ein ber yvir allar.
Hann trælir av fjøtrunum hevur loyst,
og blóð sítt útoyst,
at bjarga oss heim til hallar.
O, dugdi eg alskyns tungumál,
og gjørdist eg aldri møddur,
og hevði eg tungu, ið beit sum stál,
og sang sum einglarøddir!
So vildi eg ferðast um bygd og garð
at lovsyngja tær,
sum var mær frelsari føddur.
11. Tey boð nú ljóða himni frá
Orð: Jákup Dahl
Lag: útseting eftir Karl Søren Klausen (siðbundin sálmur)
Tey boð nú ljóða himni frá:
Halleluja, halleluja,
eitt barn er føtt her foldum á. Halleluja, halleluja.
Tað barn er Harrin Jesus Krist, Guds miskunn hevur heimin gist.
Í smáttu og á armóðs strá
har himins kongasonur lá.
Fyrr tíðindi ei hoyrdust slik: av fátækt hans vit gerast rík.
Tey boða um Guds faðirs náð, so heljardjúp, so himinhá.
Tey boða um tann hjálparmann, sum øllum hjálpa vil og kann.
Sum turkar burt hvørt sorgartár, sum grøda kann hvørt syndasár.
Sum endar neyð, sum gevur grið, sum veitir trygd og hjartafrið.
Nú ringi allar klokkur hátt, tí sæl og góð er jólanátt!
Nú syngi lov hvørt mannamál, hvørt hjarta glatt, hvør bjargað sál!
Hin bjarta stjørna stendur hátt, sum lýsir gjøgnum heimsins nátt.
Gud fái lov, tí hvørji jól
Halleluja, halleluja,
av nýggjum rennur lívsins sól.
Halleluja, halleluja.
12. Lysets Engel
Orð: B. S. Ingemann
Lag: C. E. F. Weyse
Lysets Engel gaar med Glans gennem Himmelporte.
For Guds Engels Straalekrans flygter alle Nattens Skygger sorte.
Sol gaar over Verden ud med Guds lys i Øje.
Se! Vor Herres Sendebud gaar paa gyldne Skyer i det Høje.
Englen spreder over Jord
Glansen fra Guds Himmel,
i sin Kaabes Straaleflor
favner han al Verdens glade Vrimmel.
Sol ser ind i Slot og Vraa,
ser paa Drot og Tigger, ser til store, ser til smaa,
kysser Barnet, som i Vuggen ligger.
Os har og Vor Herre kær,
ingen Sjæl han glemmer,
i hvert Solglimt Gud er nær
og vor glade Morgensang fornemmer.
13. Den skønne Jordens Sol
Orð: B. S. Ingemann
Lag: C. E. F. Weyse
Den skønne Jordens Sol gik ned.
men Stjerneskærerne funkle.
En større Verdens Herlighed
nedglimter nu i det Dunkle.
Al Verden som en Kirke stor
bag Sky sig hvælver foroven,
i Templets Krog Guds grønne Jord
er skjult som et Blad fra Skoven.
Paa mindste Blad i største Skov
har glade Skabninger hjemme,
hvor Liv sig rører til Guds Lov,
det mindste Han ej vil glemme.
Gud! I Din Haand alt stort er smaat,
dog kært det mindste tillige.
Den Barneskjæl er bjærget godt,
som skuler sig i Dit Rige.
14. Spunagentan
Orð: Hans Andreas Djurhuus
Lag: Hans Jacob Højgaard
Hon stóð har við rokkin og spann,
gav út og vant upp á snældu;
og meðan hon villarnar taldi,
hon ynskti sær mann.
Tey skuldu nú hava bædi hestar og kýr,
í stovuni sofu, í køki komfýr…
Á ja, ja, mín sann.
“Tad góða, eg ynskja mær kann,
av búnýtum góðum og sterkum,
av kjólum og troyggjum og serkum,
alt gevur mær hann.
Og lívið skal verða so lystiligt, ja!
Nei, eg orki ikki at hugsa mær tað!”
Á ja, ja, mín sann.
Á grúgvuni eldurin brann,
og bjart skygdi sólin í glugga.
sum vildi hon gentuna ugga.
sum ynskti sær mann.
Og murrandi kettan á brikini sat,
hon hugsaði bara um frensar og mat.
Á ja, ja, mín sann.
Og hønan, á gólvinum gekk.
og hanin, ið sat har á bita,
tey bæði, tey hildu seg vita,
at bødil hon fekk.
Tey áttu jú eisini kærleikans trá,
tó korn var hitt fremsta, í huganum lá,
og eggini smá.
Og tíðin so líðandi rann.
Hanin og hønan og kettan, tey ótu seg dagliga mettan –
hon fekk ongan mann.
Har kom væl av biðlum eitt vælbúgvið lið,
teir heilsaðu, smirdust- og gingu framvið.
Og hon stóð og spann.
Á grúgvuni eldurin brann;
tó ikki hon kendi sær hita,
so tungt mundi fótin hon flyta
tí garðurin tann,
hon helt seg at fáa í gávu og skonk
var vorðin til grúgvu- og byttubonk.
Á ja, ja, min sann.
15. Í Noreg búðu raskir menn
Orð: Simon Michael Zachariassen
Lag: útseting eftir Hans Jacob Højgaard (siðbundin sálmur)
Í Noreg búðu raskir menn.
teir kundu væl svørð at brúka,
gyltan hjálm á høvdi bóru,
vildu for ongum lúta.
Glymur dansur í høll. Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregs menn til Hildarting.
Í vikini vaks ein maður upp.
Haraldur nevndur at navni, víða gitin i Noregs landi,
bæði av verki og gavni.
Hann svór tann cvð við Ása-Tór:
“Eg ei mitt hár hitt frída
skeri, fyrr enn Noregs menn míni boð á lýða!”
Treyðir trælkast fyrr menn,
fyrr er at rýma úr landi,
og sigla yvir tann salta sjógv,
tó har býðst mikil vandi.
Vundu teir upp seglini,
stýrdu í havið vestur,
hildu leið at Føroya Landi
so mangir garpar reystir.
Bygdu borg á Føroya landi,
sum søgur ganga frá,
fríir livdu norskir menn
vívi og børnum hjá.
Glymur dansur í høll.
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildarting.