Onki úrslit at finna.
Search by

The Absent Silver King

The Absent Silver King

The Absent Silver King er fyrsti bólkurin hjá Trygva Danielsen (Eisini kendur sum Silvurdrongur ella Sóljudrongur úr Aggrasoppum). Tónleikurin hjá The Absent Silver King var old school blues, heroin jazz og massar av noise rock við einum ferðili av spiritualiteti. Ein spennandi ljóðheimur, ið leiðir tankarnar til alt frá gomlum spirituals, til Nick Cave, og Clickhaze. Bólkurin vann Sement í 2023 og gav út fyrstu útgávuna sama ár saman við einum stuttsøgu- og yrkingasavni. Bókin er útseld, men enn eru plátur eftir, og við plátuni fylgir ein fløga eisini. Bólkalimirnir í The Absent Silver King vóru Trygvi Danielsen (rødd), Jón McGavin (gittar), Bogi á Lakjuni (gittar), Karl Andrias Stórá (bass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur) and Mattias Kapnas (klaver).

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.